Innanlands

HDMS Vædderen bjóðar til tunnusláttur

Siðbundni tunnuslátturin umborð á verjuskipinum verður aftur á skránni í ár á Tvøroyri

Mynd: Tvøroyrar kommuna

Mynd: Tvøroyrar kommuna

2019-02-22 06:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Greitt er nú, um umstøðurnar hjá donsku sjóverjuni annars loyva tí, at siðbundni tunnuslátturin umborð á verjuskipinum aftur verður á skránni í  ár, á Tvøroyri.

Í meir enn seksti ár hava børn og barnsligar sálir á Tvøroyri og úr oynni sum heild, glett seg til spennandi dagin, tá tey sleppa at lata seg í grýluklæðir og fara umborð á verjuskipið at sláa tunnu.

Manningin, ið aloftast hevur verið umborð í langa tíð og tað gjøgnum ein harðan norðuratlansvetur, er ovurfegin um at fáa glaðu børnini umborð. Ein fittligur partur av manningini saknar ivaleyst síni egnu børn og tí er sera stuttligt at síggja hesi fólk, ið annars hava ein sera fastlagdan gerandisdag, taka sær av løttum og hugna um børn okkara.

Tvøroyrar kommuna gleðist í ár um, at tað er HDMS Vædderen, ið er dóttirskip hjá Tvøroyrar Kommunu, ið leggur at Tvørakei. HDMS Vædderen hoyrir til sokallaða Thetis-bólkin av hav-vaktarskipum hjá Kongaligu Donsku Sjóverjuni. Vædderen heldur mest til í sjóøkinum kring Føroyar og Grønland og fór av bakkastokki á Karstensen Shipyard í Skagen, hin 22. Mars 1990. Skipið er 112,5 metrar til longdar, 14,5 metrar breitt og stingur 6 metrar. Umborð hevur skipið eina MH-60R Seahawk tyrlu, ið skipið fekk í 2016.

Eftir ætlan stevnir HDMS Vædderen inn eftir Trongisvágsfirði leygardagin 2. mars og tunnuslátturin verður so sunnudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder