
Á risastóra flogvøllinum í London merkist, eins og á flogvallum flest kring heimin, ein stór niðurgongd í løtuni.
Farna mánað var flogferðslan í Heathrow 52 prosent minni enn hon var í mars í 2019. Nýggjasta forsøgn hjá Heathrow er, at í apríl í ár verður ein munur á 90 prosent, um samanborið verður við í fjør. Hetta skrivar The Guardian.
Vegna koronavirusið eru túratalið og eftirspurningurin minkaði nógv. Í løtuni verða bert tvær lendingarbreytir nýttar í Heathrow, skrivar The Guardioan. Meginparturin av túrunum til Heathrow í seinnu helvt av mars vóru við bretum, ið komu heim.
Kastrup og aðrir stórir flogvallir kring Evropa eru í løtuni so at siga tómir stóran part av degnum.
Les eisini: Forkvinnan í ES-nevndini: Ikki ferðast í summar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald