Innanlands

Heðin hevur verið sín síðsta túr

Hann var bara 13 ár, tá hann mynstraði sín fyrsta túr við Tinganesi í 1957

Heðin Hansen

Heðin Hansen

2018-12-27 22:10 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Heðin var bara 13 ár, tá hann mynstraði sín fyrsta túr við Tinganesi í 1957, og nú er hann 74 og hevur verið sín síðsta túr.

Hann byrjaði sum messudrongur og mátti í land at konfirmerast. Nú hann gevst sum kokkur, hevur hann verið á “landsliðnum” í sjey ár.
Hóast tað “bara” vórðu 42 ár á sjónum, so hevur hann trivist sera væl í tí váta elimentinum.
Hann treivst eisini væl, tá hann var í alivinnuni og arbeiddi millum annað úti á aliringunum.

Talan er um Heðin Hansen í Kollafirði, sum var sín síðsta túr við línuskipinum Skørini, áðrenn jól.
Hann hevur siglt sum kokkur við Skørini síðani august 2012.

Reiðarin upplýsir, at skipið hevur gjørt 154 túrar hesi árini og, at Heðin hevur verið við 147 túrar. Hann var við allar túrarnar í 2017. Hann hevur víst stórt trúfesti og nærlagni, sigur reiðarin.
Nevnast kann eisini, at tá Skørin legði til jólar, var elsti maður 74 ár og tann ynskti 16.

- Eg vil gevast, meðan eg sjálvur finni hurðina. Ikki tí, eg havi havt tað sera gott her umborð. Hetta er eitt gott skip, eitt gott reiðarí og har aftrat raskt og gott fólk at vera saman við. Eg havi trivist sera væl umborð á Skørini, sigur Heðin.
- Tað er lættari at gera mat í dag enn í 1957. Maturin er broyttur, eisini tí tey ungu í dag ikki eru von við tann mat, sum vit ótu í ungum árum. Tá var Pittsa og burgarin ókendur matur, sum í dag eru deligatessir hjá nógvum ungum, sigur Heðin.

Tá Heðin verður spurdur, hvat hann nú skal gera, svarar hann skemtandi:
- Nú skal eg heim at passa konuna. Um lív verður okkum lagað, so hava vit verið gift í 50 ár komandi ár, og hon hevur verið einsamøll í 42 av teimum.-

- Heðin hevur verið ein góður kokkur, um ikki tann mest mýmótans eg havi siglt saman við. Harafturat hevur hann verið sera ágrýtin, tí hann hevur gjørt mat, hóast tað hevur rulla sera illa, sigur skiparin á Skørini, Heri Henriksen.

Samstundis, sum Heðin var sín síðsta túr, fekk hann eisini sín síðsta jólapakka á sjónum. 
Hann var frá Elitu Thomsen í Gøtu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder