2021-03-14 11:32
Sunnudagin 14. mars, verður Heðin Kambsdal, listarmaður, sjeyti ár.
Í hesum sambandi letur upp framsýning í dag kl. 16 í Ribarhúsi í Fuglafirði við bæði yngri og eldri málningum, sum Heðin hevur málað.
Dávur Juul, borgarstjóri, flytur fram røðu, og Fuglafjarðar Sangkór syngur tveir sangir. Ein góður kaffimuður verður eisini at fáa.
Í sambandi við 70 ára dagin og føðingardagsframsýningina er gjørd ein heilt serlig løriftsmynd við Heðinsa penslastrokum gjøgnum tíðina. Til ber at ogna sær løriftsmyndina, sum er gjørd í avmarkaðum tali.
Framsýningin hongur uppi til 29. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald