Í dag fyllir ein av teimum stóru, drúgvu og virknastu í føroyskum politikki 80 ár. Longstsitandi borgarstjórin í høvuðsstaðnum, Heðin Mortensen, var føddur tann 7. apríl í 1946 í Brekkunum í Trongisvági. Tí er helst einki at siga til, at hann mestsum fekk javnaðarhugsjónina inn við móðurmjólkini.
Sum 20 ára gamal var hann við til at seta á stovn Sosialistiskt Ungmannafelag, SU, men tá ið hann seks ár seinni stillaði upp til býráðsvalið í Havn og kom inn, var tað á uttanflokkalistanum hjá Peturi í Gong. Síðani Heðin Mortensen kom í Tórshavnar býráð frá ársbyrjan í 1973, hevur hann sitið har uttan steðg, í góð 52 ár. Eitt støðugt vaksandi met, ið neyvan verður tikið!
Tað var helst bara ein spurningur um tíð, til onkur av politisku flokkunum vildi fáa Heðin á listan, og í 1987 eydnaðist Sambandsflokkinum at sannføra hann um, at hann skuldi stilla upp fyri flokkin til býráðsvalið í 1988. Men longu áðrenn tann valdagurin upprann, hevði Heðin verið valevni til fólkatingsvalini í 1987 og 1988, umframt løgtingsvalið í 1988.
Fyrst og fremst var tað tó sum býráðspolitikari, at Heðin gjørdi vart við seg, og eftir at hann fleiri ferðir innanfloks hevði møtt andstøðu, gjørdist tað honum ovboðið eftir býráðsvalið í 2004 og góða, persónliga valúrslit hansara. Heðin segði limaskapin í Sambandsflokkinum upp, kom “heimaftur” til Javnaðarflokkin og gjørdist fyrsti javnaðarborgarstjórin í høvuðsstaðnum í 47 ár.
Tilsamans hevur Heðin verið borgarstjóri í Tórshavnar kommunu í 16 ár, sum er enn eitt av hansara metum. Væl dugir hann og væl dámar honum at práta við fólk, og ikki kann sigast annað enn, at veljararnir hava havt stóran tokka til hansara. Fýra býráðsval á rað fekk hann úr 2.200 upp í 2.637 persónligar atkvøður, og hesum hevur heldur eingin verið í nánd av. Heðin er nú varaborgarstjóri og tí enn við í fremstu røð, har tær stóru avgerðirnar skulu takast.
Persónliga lívið
Hóast Heðin Mortensen varð føddur í Trongisvági fyri 80 árum síðani, er tað eingin í dag, sum ivast í, at her hava vit við ein rættan havnarmann at gera. Gott og væl komin í skúlaaldur flutti húskið úr Trongisvági til Havnar, har hann alt fyri eitt fall væl til. Fyrsti bústaðurin var í húsunum hjá Trauber á Glaðsheyggi, eitt lítið steinkast frá húsunum við Hoyvíksvegin, sum hava verið heimið hjá Heðini og familjuni øll árini síðani 1966.
Sum nógvir aðrir smádreingir tá í tíðini var hann eftir skúlatíð til arbeiðis ymsastaðni, lossaði á kaiini, arbeiddi fisk, gekk ørindi og annað, og hann fekk enntá kjans við “Tjaldrinum”, men gjørdist kortini ikki sjómaður. Hann lærdi til bilmekanikara og arbeiddi sum slíkur í 17 ár, og síðani gjørdist hann bilsýnismaður og tryggingarmaður í úti við 30 ár.
Heðin møtti síni Hjørdis í dansi í Tórshøll í 1963 og tað rann saman teirra millum. Tey giftust tann 2. september í 1966 – Heðin við kongabrævi, tí hann var bara 20 ára gamal – og hava tey lív og heilsu, kunnu tey seinni í ár halda diamantbrúdleyp. Børnini eru fýra í tali, Elin, Ann, Guðrun og Eirikur, og tey hava níggju ommu- og abbabørn, sjey langommu- og langabbabørn og enn legst aftrat.
Frá abbanum í Trongisvági fekk Heðin sum lítil smádrongur alsk til náttúru og djórahald. Í mong ár hevur hann saman við beiggjunum havt høsn, dunnur, gæs og seyð á leigutrøðni í Havnardali, har hann brúkar stóran part av síni frítíð, og eisini hevur hann skotið harur og verið fastur fúsur í grind. Sum góður innløgumaður er hann tikin úr leikum, tá ið tað kemur til at fáa til høldar og hagreiða allan góðan, føroyskan mat.
Virkin allan sólarringin
Í sínum ungu døgum var Heðin Mortensen skóti og ítróttarmaður og hevur altíð verið uppi í ymsum felagslívi. Formanssessurin í Havnar Róðrarfelag gjørdist lopfjølin til býráðspolitikkin, og eisini sat hann í samfull 28 ár sum ÍSF-forseti. Hann var formaður í Havnar Sjónleikarfelag, tá ið Sjónleikarhúsið í Havn varð bygt út um aldarskiftið, bara fyri at nevna okkurt úr rúgvuni.
Mong ár hevur Heðin eisini á baki sum løgtingsmaður og var hann frá 2018 til 2020 landsstýrismaður í arbeiðs- og ferðslumálum. Eisini hevur hann røkt eitt ótal av álitissessum í kommunal- og landspolitikki, umframt í øðrum høpi. Millum ár og dag hevur hann eisini fingið ymisk heiðurstekin fyri sítt virki í serliga sjálvbodnum arbeiði.
Eitt, sum Heðin serliga er kendur fyri, er sína øgiligu orku og politiska úthaldni, tí hann hevur øll síni bestu ár verið virkin allar sólarringin. Hvønn morgun er hann tíðliga á fótum, syrgir fyri at fáa sín dagliga rennitúr, og so fer hann í holt við dagsins gerning. Altíð væl upplagdur og væl fyri, tí hann eisini dugir at ansa eftir sær sjálvum og síni heilsu.
Nú føðibrævið sigur, at Heðin Mortensen í dag fyllir 80 ár, er tað tó ikki til at síggja á honum, tí framvegis eru tað tey fæstu, sum eru um 60 ára aldur, ið standa honum kurl. Enn er hann hesin hvirluvindurin, ið helst vil hava tingini gjørd í gjár, og framvegis dámar honum nógv betur at hyggja frameftir enn aftureftir.
Javnaðarflokkurin vil við hesum orðum ynskja Heðin Mortensen og øllum hansara hjartaliga tillukku við 80 ára føðingardegnum, við bestu ynskjum fyri enn ókomnar dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald