placeholder
Innanlands

Heðin Mortensen: Fyrsta skotið til Hvalbiartunnilin verður áðrenn summarfrítíðina

Heðin Mortensen vónar, at arbeiðið við tunlunum norður um fjall kann byrja í seinasta lagi í 2021

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-05-16 09:37 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Tað er ætlanin, at fyrsta skotið til Hvalbiartunnilin fellir áðrenn summarfrítíðina. So verður væntandi farið undir at bora eftir summar. 

Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum. Hann sigur eisini, at Articon sigur seg møguliga kunna bora ígjøgnum tunnilin uppá styttri tíð enn væntað, og at tunnilin tí verður liðugur eitt ár fyrr enn ætlað. 

- Articon hevur sagt, at teir kanska kunnu hava borað ígjøgnum eftir 8-10 mánaðum. So eru teir komnir ígjøgnum fjallið um eitt ár, sigur Heðin Mortensen. Hann leggur afturat, at farið verður undir tunlarnar norður um fjall, beint eftir at borað er ígjøgnum í Hvalba. 

- Tá hol er komið ígjøgnum, verður farið í holt við nýggja tunnilin norður um fjall. Ikki tá Hvalbiartunnilin er liðugur, men so skjótt sum hol er komið ígjøgnum, staðfestir landsstýrismaðurin, sum tí heldur at tunlarnir norður um fjall kunnu gerast lidnir fyrr enn ætlað. Verkætlanirnar eru samanbundnar uppá tann mátan, at somu amboð skulu brúkast. Tí verður spart við at brúka tær somu maskinurnar norður um fjall, eftir at tunnilin í Hvalba er liðugur. 

- Maskinurnar, sum skulu brúkast í Hvalba, eru við at koma uppá pláss. Tær verða læntar úr útlondum. Men tá tær eru komnar upp á pláss, verður klárt at byrja uppá Hvalbiartunnilin, sigur landsstýrismaðurin at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder