Innanlands

Heðin Mortensen havt øgiliga ávirkan

Undirtøkan fyri Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu øktist munandi eftir, at Heðin Mortensen fór upp í flokkin í 2004

Heðin Mortensen á valinum í 2020 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Heðin Mortensen á valinum í 2020 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-21 08:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn er ikki greitt, um Heðin Mortensen stillar upp á kommunuvalinum 12. november í ár. Hann hevur sitið í býráðnum síðan 1. januar 1973.

Men borgarstjórin í Havn hevur havt stóra ávirkan. Undirtøkan fyri Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu øktist munandi, eftir at Heðin Mortensen fór upp í flokkin eftir kommunuvalið í 2004.

Javnaðarflokkurin fekk á hvørjum kommunuvali frá 1988 til 2004 tvey umboð vald í Tórshavnar kommunu. Serliga vóru Elin Lindenskov og Tórfinn Smith drúgv í hesum tíðarskeiði.

Tá ið Heðin Mortensen fór úr Sambandsflokkinum upp í Javnaðarflokkin øktist undirtøkan týðiliga hjá flokkinum í høvuðsstaðnum. Stóra persónliga undirtøkan hjá Heðini Mortensen sum borgarstjóra hevði við sær, at flokkurin lyfti seg úr tveimum umboðum upp í fimm umboð í 2008.

Kommunuvalini eftir fekk Javnaðarflokkurin sjey umboð í 2012, fimm umboð í 2016 og seks umboð í 2020.

[object Object]

Valúrslitini fyri Tórshavnar kommunu á valurslit.fo røkka sum er aftur til 1988.

In.fo skrivaði í vikuni um, at ábendingar eru um, at atkvøðuslúkurin í Havn ikki stillar upp aftur til býráðsvalið.

Dóttir hansara, Elin Heðinsdóttir Joensen, fer helst at stilla upp fyri Javnaðarflokkin, og ger greitt, at bæði stilla ikki upp.

Kelda: Valurslit.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder