Innanlands

Heðin Mortensen klárar ikki at lata vera

78 ára gamli borgarstjórin hevur tikið avgerð um, at hann stillar uppaftur á býráðsvalinum 12. november

Heðin Mortensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Heðin Mortensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-06 11:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur verið ivasamt, men nú er greitt, at Heðin Mortensen stillar uppaftur á býráðsvalinum 12. november.

Hetta váttar hann fyri In.fo í dag.

Heðin Mortensen er í dag 78 ára gamal, og hevur verið býráðslimur í 52 ár og borgarstjóri í 16 ár.

Kortini er tað sambært honum nógv eftir at avgreiða.

- Eg havi nógv eftir, sum eg vil avslutta áðrenn eg fari. Vit hava nógv projektir, sum eru í gongd og eisini sum fara í gongd. Eg vil gjarna hava reint borð tá eg fari, sigur Heðin Mortensen við in.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder