Innanlands

Heðin Mortensen: Koyrandi til Suðuroyar í 2030

Landsstýrið hevur sett sær fyri, at koyrandi verður gjøgnum Suðuroyartunnilin í 2030, sigur landsstýrismaðurin

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, í miðjuni (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, í miðjuni (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-03-07 21:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

2030.

Tá skal vera koyrandi til Suðuroyar, og túrurin úr Havnini til Tvøroyrar líka skjótur, sum millum Havnina og Klaksvík í dag.

Tað segði Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum í tinginum í dag. Hann legði í dag fram Samferðsluætlanina 2018-2030, sum Landsverk hevur gjørt. Løgtingið fer mánadagin at hava aðalorðaskifti um samferðsluætlanina.

Landsstýrismaðurin segði sambært Kringvarpinum, at ætlanin er at fara undir Suðuroyartunnilin, tá liðugt er at gera Eysturoyar- og Sandoyartunlarnar.

Landsstýrið heldur, at hetta fyrst og fremst er at raðfesta suðuroynna, men fíggjarliga er eisini talan um eina skilagóða íløgu. Hetta tí, at um ikki so langa tíð skal ein loysn finnast fyri Smyril.

Tað er munandi dýrari at reka suðuroyarleiðina við ferju enn við einum tunli.

Tá Suðuroyartunnilin er gjørdur vera 99 prosent av øllum føroyingum knýttir saman við føstum vegasambandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder