Mentan

Heðin Mortensen: Við eini spann av Lego kunnu øll siga eina søgu

Mánadagin lat borgarstjórin í høvuðsstaðarkommununi upp LEGO-framsýningina í SMS

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-10-12 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadag fyrrapart lat Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, upp LEGO-framsýningina í SMS.

Framsýningin er eitt samstarv millum kreativar sálir í Danmark og Føroyum, sum hava bygt flott LEGO-modellir av ymiskum kendum bygningum í Føroyum.

Tá Heðin Mortensen lat upp framsýningina, tosaði hann m.a. um, hvussu ótrúliga spennandi tað var at síggja, hvat ber til at skapa burturúr Lego:

– Onkur hevur sagt, at við eini spann av Lego kunnu øll siga eina søgu. Ella skapa eina søgu. Kreativiteturin kemur ikki av at hava øgiliga nógvar Lego-brikkar, men av at skapa nakað burturúr teimum brikkunum, man hevur.

[object Object]

Nú heystfrítíðin er byrjað, og børnini hava frí, høvdu fólk leitað sær í SMS at síggja framsýningina, og tað var sjónligt, at bæði børn og vaksin vóru hugtikin. M.a. eru modellir av Sandavágs kirkju, Hilton Hotel, Kirkjubømúrinum, skonnartini Norðlýsið, og fleiri bygningar. Eisini er ein heilur býarpartur bygdur – ein LEGO-mynd av gomlu Havnini, frá Tinganesi niðan í Gamla Bókhandil.

– Tað er ongin ivi um, at tað at spæla við Lego mennir børnini. Lego er tíðarleyst. Tað er stuttligt at skapa nakað einsamallur – og tað er stuttligt at skapa nakað í felag, segði Heðin Mortensen, sum helt fyri, at í mun til alt tað hátøkniliga sum børn spæla við í dag, so er LEGO eitt gott alternativ, sum børnini kundu læra av.

[object Object]

– Lego krevur - hóast einfalt – so ómetaliga nógv meira av okkum ímyndingarliga og kreativt. Við Lego mugu vit hugsa og skapa sjálv. Alt, sum tú skapar við Lego, kann tillagast, broytast og gerast umaftur, segði hann.

Fleiri myndir frá framsýningini síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder