Innanlands

Hedvig Johansdóttir gjørdist ársins leiðari innan tað almenna

Hedvig Johansdóttir er stjóri á Dugna

2019-01-25 16:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hedvig Johansdóttir varð kosin ársins leiðari innan tað almenna.

Hini bæði, sum vóru í uppskoti innan tað almenna vóru Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu og Joel undir Leitinum, stjóri í Posta.

Í grundgevingini frá dómsnevndini stóð:

- Hesin leiðarin megnar, saman við starvsfólki sínum, at venda dapurskygni og avmakt, til áræði og sjálvsálit hjá viðskiftafólki sínum. Viðkomandi gongur undan og gevur dagliga viðskiftafólki førleikar, trúgv upp á egnan mátt innan skúlagongd og á arbeiðsmarknaðinum. Hennara miðvísa og ótroyttiliga arbeiði er samantvinnað við trúgv upp á menningarmøguleikar í einstaklinginum. Tað hevur havt við sær, at vit í Føroyum eru kend, út um landoddarnar, fyri at bjóða eitt fjøltáttað skúla- og arbeiðstilboð til okkara borgarar, sum ikki megna eitt tíðarskeið í lívinum.

- Ársins almenni leiðari fær  ymisk endurmenningarátøk og vard arbeiðspláss at spretta og blóma, har hon hegnisliga leiðir. Í endurnýtsluhandlunum hitta vit fyrikomandi starvsfólk, sum eru áleiðis, ella komin á mál, í einari empowerment- og rehabiliteringsgongd.

- Ikki er gjørt ov nógv av, tá ið vit siga, at langtíðarávirkan av hennara innovativa hugsunarhátti hevur verið við til at gjørt, at í Føroyum er vorðið “trendy” við endurnýtslu og at hugsa burðardygt.

Í dómsnevndini sita Christian Nagata, sjóri á Sendistovuni, Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands og Súsanna Olsen, námslektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Í fjør varð tað Páll Isholm, stjóri á Miðnámi á Kambsdali, sum gjørdist ársins leiðari innan tað almenna.

Les eisini: Árni Ellefsen gjørdist árins leiðari innan tað privata

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder