Innanlands

Heidi Andreasen vann hálva millión

Í øðrum snari var Heidi Andreasen úr Klaksvík so heppin at raka á bláa leypin og tryggjaði sær 500.000 krónur

(Skíggjamynd: Kvf)

(Skíggjamynd: Kvf)

2019-12-27 20:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heidi Andreasen úr Klaksvík kom ígjøgnum í Gekkinum í kvøld við fullari plátu, og tað riggaði bara stak væl. Løtu seinni var hon 500.000 krónur ríkari.

Gekkaupphæddin í kvøld var 1,5 millión krónur. Heidi valdi at koyra upphæddina í teir tríggjar leyparnar, soleiðis at 500.000 krónur vóru í hvørjum.

Í fyrsta snari rakti Heidi Andreasen á 10.000 krónur, sum varð faldað við fimm. Men 50.000 krónur var ikki nokk fyri Heidi, sum valdi at royna enn einaferð.

Hesaferð var hon so heppin at raka á bláa leypin og tryggjaði sær 500.000 krónur.

“Fert tú víðari?”, spurdi verturin, Magnus Magnussen, skemtiliga. “Noy, eg steðgi her”, ljóðaði úr horninum, har røringur var komin í.

Næsta fríggjakvøld var 1,1 millión krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder