Innanlands

Heiðra ungt vísindafólk á norðurlendsku veðurráðstevnuni í Føroyum í mai

European Meterologial Society stuðlar norðurlendsku veðurráðstevnuni, Nordic Meteorological Meeting, sum verður hildin í Føroyum í mai komandi ár

Veðurstova Føroya (Savnsmynd)

Veðurstova Føroya (Savnsmynd)

2025-12-22 13:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

European Meterologial Society stuðlar norðurlendsku veðurráðstevnuni, Nordic Meteorological Meeting, sum verður hildin í Føroyum í mai 2026, við Young Scientist Conference Awards.

Young Scientist Conference Awards (YSCAs) verða latnar fyri at stuðla gávurík lesandi og ungum vísindafólkum at taka lut á ráðstevnum, sum European Meterologial Society (EMS) samstarvar við. Umframt heiðurin og heiðursbræv, fær vinnarin eisini eina peningaupphædd, sum er ætlað til tilmeldingargjøld og part av ferðaútreiðslunum til tiltøk. Eisini kann peningurin brúkast til gjøld, sum ofta eru í sambandi við at almannkunngera í altjóða vísindatíðarritum. Treytin er tá, at hesi somu úrslitini verða løgd fram á ráðstevnuni.

Fyritreytin fyri at fáa henda heiðurin er at senda eitt úrtak av úrslitunum, sum tey ætla at leggja fram á ráðstevuni, inn til EMS í seinasta lagið 25. mars í 2026, og at vísindafólkið ikki hevur fylt 35 ár 1. januar í 2026. Umframt úrtakið av ætlaðu framløguni skal latast inn ein stutt lýsing av lívsrenslinum (CV) og eitt stuðulsbræv frá einum limi í EMS ella frá granskingarvegleiðara.

Ein nevnd undir EMS metir um innkomnu úrtøkini. Vinnarin verður kunngjørdur og fær heiðursbrævið handað á veðurráðstevnuni í mai her í Føroyum.

Tað verður væntað av virðislønarvinnaranum, at viðkomandi kann veita eina stutta frágreiðing um ráðstevnuna, sum kann leggjast út á heimasíduna hjá EMS innan tvær vikur eftir, at ráðstevnan er endað.

Hetta átakið kom í lag, tá umsitingin í EMS frætti, at tann 34. norðurlenska veðurráðstevnan verður hildin í Føroyum í 2026, og vendi sær av sínum eintingum til Veðurstovu Føroya.

Umsitingin í EMS tekur sær av øllum viðvíkjandi hesari virðislønini. Hvør vinnarin verður, er tí heilt óheft av Veðurstovu Føroya, tó við tí lítla undantakinum, at Veðurstovan hevur fingið høvi at vísa á, hvørji evni innan veðurfrøðina, sum mett verða at hava serliga týðning fyri veðurtænastu á okkara leiðum. Umframt verður tað lýst við norðurlensku veðurráðstevnuni í Føroyum á heimasíðuni hjá EMS, og røkkur tí hendan umtalan rættuliga víða.

Veðurstova Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder