2018-06-20 09:36
Hóskvøldið 21. juni spælir Heiðrik í Spaniastovu.
Hetta er í sambandi við, at multi-talentið Heiðrik er við føroyska/íslendska bólki sínum á konsertferð í Føroyum. Spæld verða løg av útgávuni “Funeral”, sum kom út 2017. Somuleiðis framførir Heiðrik eldri og nýggjari tónleik, m.a. White Flag, sum er hansara nýggjasta staklag.
Heiðrik hevur fingið tvær FMA-virðislønir og fult hús av stjørnum frá øllum ummælarunum - bæði í Føroyum og uttanlanda.
Við sær á palli hevur hann Heðin Ziska Davidsen (guitar), Halldór Sveinsson (klaver), Per Højgaard Petersen (trummur) og Bergur Fonsdal Johannesen (bass).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald