Innanlands

Heiður givin føroyskum fuglafrøðingum

Fimm mans vóru heiðraðir á aðalfundi Føroya Fuglafrøðifelags farna leygardag hin 27 apríl

2019-04-29 11:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fuglafrøðingarnir Bergur Olsen, Andrias Reinert, Aksal Poulsen, Erik Mortensen og Jens-Kjeld Jensen vóru heiðraðir á aðalfundi Føroya Fuglafrøðifelags farna leygardag hin 27 apríl. Hesir hava allir á hvør sín hátt framt stór avrik, ið hava verið føroyska fuglalívinum at frama.

Bergur Olsen, lívfrøðingur, hevur síðani 70’ini og 80’ini havt árligt eftirlit við ritu og lomviga, og haraftrat kannað heilsustøðuna hjá okkara lundastovni. Hesar verkætlanir eru enn virknar í dag, nú hann fer úr starvi vegna aldur. Sostatt hevur hann staðið fyri skipaðum fuglakanningum, ið spenna yvir eitt meira enn 40 ára langt tíðarskeið. Hetta eru sjáldsama drúgvar kanningar, og hava tær tí ovurstórt vísindaligt virði. Umframt hetta lívsverk hevur Bergur staðið fyri og luttikið í nógvari aðrari sjófuglagransking í Føroyum, og hevur hann eisini skrivað og arbeitt framm ímóti meira skipaðum viðurskiftum innan rottutýning. Úrslitið av øllum hesum er eitt vitanarnám uttan sín líka her á landi.

Andrias Reinert er at kalla undangongumaður Bergur Olsens, og setti hann sjøtul á at kanna og ringmerkja føroyskan lomviga. Hetta førdi beinleiðis til, at fuglakanningarstøðin varð løgd aftrat Havrannsóknarstovuni og enn virkar í dag. Andrias hevur tí havt avgerðandi týdning fyri alla sjófuglagransking í Føroyum. Í Havn er hann eisini kendur fyri sínar royndir við føroysku gásini og øðrum húsdjórum, og hann gjørdi eisini forvitnisliga roynd at sleppa rýpum út sum veiðufugl í Føroyum. Annars er hann kendur fyri sítt megnararbeiði innan menning av føroyskum havbúnaði og landbúnaði, og hevur hann sum heild lagt nógva vitan eftir seg um føroysku vistskipanirnar.

Aksal Poulsen er ein av høvuðsmonnunum, sum á sinni tóku stig til at seta Føroya Fuglafrøðifelag á stovn. Við ágrýtni og hollari fuglavitan hevur hann í fleiri áratíggju miðlað og vegleitt í sínum lokalumhvørvi, og eisini bygdi hann sær Føroya størsta savn av útstappaðum fuglum, sum hann síðani hevur latið til Sumbiar kommunu. Aksal hevur havt serligt hegni til sjáldsaman fugl og hetta hevur viðført nógvar serstakar eygleiðingar í Sumba og Akrabergi. Hann hevur eisini havt ein týdningarmiklan leiklut í at navngeva fuglarnar í bókini “Fuglar í Norðurhøvum” eftir Dorete Bloch og Søren Sørensen. Tað er ikki uttan orsøk, at hann í Suðuroy er kendur sum “fuglamaðurin”.

Erik Mortensen er eisini ein av stovnarunum av Føroya Fuglafrøðifelag. Hansara áhugi hevur í høvuðsheitum verið tann vanligi føroyski búfuglurin. Í mong ár hevur hann hjálpt við ringmerking, samskift við fuglagranskarar og varpað ljós á ymisk náttúruverndarviðurskifti so sum verju av lunda, lomviga og ymiskum heiðafugli. Hann hevur skrivað nógv um rottueftirlit og týdningin av at forða, at hon kemur í fleiri oyggjar. Kveikjandi brøvini, sum Erik skrivaði um støðuna hjá føroyskum fuglastovnum, góvu Andrias Reinert hugin og árræðið at fara í holt við sínar fuglakanningar í 1968.

Jens-Kjeld Jensen hevur, síðan hann flutti til Føroya í 1970’unum, virkað fyri at fremja vitan um føroyskan fugl og náttúru annars. Við sjáldsomum ágrýtni hevur Jens-Kjeld staðið fyri ringmerking og kanningum av alskyns føroyskum fuglasløgum, og við hjálp frá konu síni Maritu Gulklett og øðrum samstarvsfeløgum hevur hann miðlað hesa vitan í einum ótali av føroyskum og útlendskum tíðarritum. Umframt fuglar hevur Jens-Kjeld kannað og miðla alskyns fyribrigdir í Føroya náttúru, ið kunnu frættast meira um á heimasíðu hansara www.jenskjeld.info.

Hesir 5 fingu frá Føroya Fuglafrøðifelagi eina persónliga grótstandmynd hvør sum viðurkenning fyri teirra stóra avrik.

- Føroya Fuglafrøðifelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder