Mikukvøldið var hátíðarløta í skúlanum í Kvívík, har átta sløkkiliðsfólk vórðu heiðrað fyri trúgva tænastu.
Familja og sløkkiliðsfelagar vóru til staðar. Borgarstjórin, Hans Jóhann Sørensen, bjóðaði vælkomin og Petur Müller, sløkkiliðsleiðari, helt røðu fyri sløkkiliðnum, áðrenn heiðursteknini vórðu handað, skrivar Kvívíkar kommuna.
Fýra fingu heiðurstekn fyri 25 ára trúgva tænastu í sløkkiliðnum. Ein fyri 20 ára og tríggir fyri 10 ára trúgva tænastu.
Borgarstjórin segði í síni røðu, at teir hava verið longri í tænastu enn heiðursteknini siga, men soleiðis er ofta við slíkum handanum. Tær hava lyndi til at draga út. Tað góða er, at so verður styttri tíð, til tit fáa næstu heiðursteknini, segði hann.
Ludvík Christiansen, Jens Mikkelsen, Frederik Isaksen og Rói Joensen fingu "Hæderstegn for god tjeneste i 25 år i brandvæsenet." Hesir fýra hava verið partur av sløkkiliðnum í meira enn 30 ár. Petur Müller, sløkkliðsleiðari, fekk "Anciennitetstegn for 20 års god tjeneste i brandvæsenet", og Edvard Müller, Gunnleiv í Gerðinum og Tomas Davidsen fingu "Anciennitetstegn for 10 års god tjeneste i brandvæsenet", skrivar kommunan.
Borgarstjórin takkaði vegna kommununa fyri stóra arbeiðið, sum sløkkiliðið ger.
– Tit gera, at vit øll kunnu sova róligari um næturnar. Vit vita, at skuldi okkurt hent, so eru tit klár at rykkja út. Tá vakttelefonin ringir – tað veri seg á nátt ella degi – leypa tit avstað fyri at hjálpa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald