Innanlands

Heilbrigdi flytur møguliga inn í nonnukleystrið

Landsstýriskvinnan í heilsumálum arbeiðir við málinum og væntar eina niðurstøðu í hesum árinum

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2024-08-21 19:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir ætlan skal viðgerðarstovnurin Heilbrigdi virka í gamla nonnukleystrinum í Havn.

Hesum arbeiðir landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, við. Tað upplýsir hon fyri útvarpinum.

- Hetta er ein góð loysn, sum eg havi fingið politiska undirtøku fyri at arbeiða víðari við sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum við útvarpið. Hon væntar eina niðurstøðu í hesum árinum.

Húsini, sum Heilbrigdi húsast í á Velbastað, eru í ringum standi, og arbeitt hevur verið við einari loysn.

Fyri einari viku síðan vóru seinastu Fransiskanarasystrarnar av landinum. Fimm nonnur hava seinastu árini búð í kleystrinum Kerit í Varðagøtu í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder