Innanlands

Heilbrigdi letur upp í Varðagøtu - hátíðarhald hósdagin

Viðgerðarheimið til fólk við rúsdrekka- og rúsvenismisbrúki flytir av Velbastað til nýggjar umstøður mitt í Havn

(Mynd: Heilbrigdi)

(Mynd: Heilbrigdi)

2026-01-05 12:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósdagin 8. januar verður hátíðarhald í nýggja Heilbrigdi í Varðagøtu 16 í Tórshavn í sambandi við, at umbyggingin er liðug.

Ognin var keypt í mai 2025 og umbyggingar- og umvælingarverkætlanin byrjaði á sumri 2025 og er bygningurin nú klárur at taka í nýtslu og virksemi kann flyta av Velbastað til nýggju umstøðurnar.

Heilbrigdi er viðgerðarheim til fólk við rúsdrekka- og rúsevnismisbrúki, ið hevur virkað síðani 1986. Pláss er fyri 10 fólkum í viðgerðarheiminum.

Alment hátíðarhald við drekkamunni/ábiti verður kl. 15-16 við heilsanum og tónleiki. Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum og onnur bera fram heilsu.

Aftaná hátíðarhaldið er opið hús til kl. 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder