Hóskvøldið í komandi viku verður ætlanin at lata Tjóðsavnið flyta í Hoydalar løgd fram á almennum tiltaki.
Tiltakið, sum er ókeypis verður í Auluni í gamla Studentaskúlanum í Hoydølum, Sanatoriuvegur 11, hóskvøldið 11. desember klokkan 19.
Tað eru Uttanríkis- og mentamálaráðið, Tjóðsavnið og Landsverk, sum í felag skipa fyri tiltakinum. Á skránni verða framløgur og framsýning um heildarætlanina, um sanatoriutíðina, friðaðu bygningarnar, sambandið við frílendisætlanina í økinum og um varðveitingarmiðstøðina hjá Tjóðsavninum innan Glyvur.
– Við at leggja Tjóðsavnið í Hoydølum verður søguliga økið varðveitt og miðlað, og upprunaligu dygdirnar í økinum kunnu koma okkum øllum til gagns. Friðaðu bygningarnir, sum hoyra til Sanatoriið, studentaskúlabygningurin og friðaða økið í Hoydølum kunnu gerast einastandandi karmur um fjølbroytta virksemið hjá Tjóðsavninum, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið í tíðindaskrivi.
– Við heildarætlanini kann Tjóðsavnið styrkja sítt virksemi úteftir, til gagns fyri dagstovnar, skúlaflokkar, ferðafólk og fólkið í Føroyum. Fyri friðaðu bygningarnar er tað ein stórur fyrimunur, at teir verða settir í stand og varðveittir.
– Sambandið við frílendið á Boðanesi og niðan gjøgnum niðaru, mið og ovaru Hoydalar, eins og sambandið við Hoyvík og útisavnið við urtagørðum, bóndagarði og neysti, eru týðandi liðir í virkseminum hjá Tjóðsavninum, og gera staðsetingina einastandandi fyri eitt nútímans tjóðsavn fyri náttúru og mentan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald