2024-09-03 11:21
Sunnudagin var boðað frá, at heilivágur var funnin í posum flótandi á sjónum í Hoyvík. Tað vóru fólk, sum dyppaðu í ‘gomlu Hoyvíkini’, tey rópa, sum funnu posarnar.
Løgreglan heitti á bjargingarbátin Rescue Arun um at fara niðan til Hoyvíkar at vita um meira heilivágur var at finna har á leiðini. Tilsamans vóru tríggir posar funnir flótandi á sjónum.
Løgreglan upplýsir, at talan var um ein persón, sum ikki longur helt seg hava brúk fyri heilivágnum, sum hann hevði fingið ordinerað. Av onkrari orsøk hevði viðkomandi valt at tveita heilivágin á sjógv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald