Føroyaflokkurin kann stilla upp til løgtingsvalið. Eftir at tær 800 kravdu undirskriftirnar vóru komnar í hús fyri tíggju døgum síðani, skuldi tað formiliga uppá pláss. Fyri einari viku síðani vóru sendar til mynduleikan, ið skuldi geva tummil upp, og nú hevur hann gjørt tað.
Heilsu- og innlendismálaráðið skrivar seinnapartin soleiðis á heimasíðu sínari:
Heilsu- og innlendismálaráðið hevur tann 5. juli 2019 móttikið undirskriftir um stovnan av nýggjum flokki.
Eftir at hava kannað undirskriftirnar kann ráðið staðfesta, at 812 av undirskriftunum lúka ásettu treytirnar. Sostatt lýkur flokkurin treytirnar í § 15, stk. 3 og 4, í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið og hevur rætt at luttaka í komandi løgtingsvali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald