
Verkætlanin Heilsufótbóltur 60+ var ein væleydnað royndarverkætlan í Klaksvík síðsta heyst, og fyri stuttum varð latið upp fyri tilmeldingum til eitt várskeið.
Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari í dag, at undirtøkan higartil hevur verið heilt góð: 35 persónar hava meldað til.
Talan er um eitt skeið á 12 vikur - eitt slíkt verður eisini bjóðað út í heyst. Eitt skeið Vant verður tvær ferð um vikuna á Djúpumýru og byrjað verður í viku 8, sum er frá 20. – 26. februar.
Les eisini: Heilsufótbóltur aftur á skrá í Klaksvík
Tó kunnu tey tilmeldaðu møta til heilsukanningar í skúlastovuni í KÍ-høllini mánadagin 13. februar klokkan 16. Tað er deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum, sum skipar fyri kanningunum av blóðtrýsti, vekt og síðani
rennitest.
Somu kanningar verða síðani gjørdar eftir tólv viku skeiðið. Hetta fyri at vísa á hvørji árin tað hevur at íðka fast tvær ferðir um vikuna. Í kanningunum í fjør var heilsuligi ágóðin sum heild greiður
Klaksvíkar kommuna boðar eisini frá, at tey sum ikki hava melda til, kunnu framvegis gera tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald