Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar frá, at Reitan Distribution afturkallar makrelsalat frá REMA 1000, tí at hetta ikki er egnað sum mannaføði.
Talan er um REMA 1000 makrelsalat í bikar, 300 gram, sum er framleitt 17/12/2018, 18/12/2018 og 21/12/2018. Makrelsalatið heldur sær til 11/02/2019, 12/02/2019 og 15/02/2019.
Orsøkin til at makrelsalatið verður afturkallað er, at makrelsalatið kann gerða. Eisini er illgruni um, at histamin møguliga er í makrelsalatinum.
Um histamin er í matvøru, kann ein fáa eyðkenni av eitran. Eitt lítið innhald av histamin førir vanliga ikki til heilsuliga risiko fyri menniskju
Fólk í hava keypt áðurnevnda makrelsalat verða biðin um at lata tað aftur í handilin har tey hava keypt tað, ella at beina tað burtur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald