Innanlands

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sett tveir deildarleiðarar

Malan Mikkelsen kemur at leiða matvørudeildina, og Áki Mortensen verður á odda fyri nýstovnaðu veterinerdeildina

2019-03-09 12:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heilsfrøðiliga Starvsstovan boðar frá, at tveir deildarleiðarar eru settir á stovninum. Talan er um tvær ymiskar uppgávur, har tann eina er heilt nýggj.

Malan Mikkelsen er sett sum deildarleiðari fyri matvørudeildina. HSF skrivar, at Malan er útbúgvin matvørukandidat frá DTU í 2007. Malan hevur starvast sum eftirlitsfólk á matvørudeildini og byrjar nú beinanvegin í deildarleiðarastarvinum.

Heilsfrøðiliga Starvsstovan hevur sett eina veterinerdeild á stovn, har søkt eisini verður eftir djóralækna til. Tað er Áki Mannbjørn Mortensen, sum kemur at vera leiðari á deildini. Áki er ein royndur harri innan øki. Hann er útbúgvin djóralækni frá Den kgl. Veterinær- og Landbohøjskole í 1983, og hevur seinastu 25 árini starvast sum privatstarvandi djóralækni í Danmark. Hann hevur fyrr verið í starvi á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og eisini havt ábyrgdina sum Landsdjóralækni í nøkur ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder