Innanlands

Heilsufrøðiligu Starvsstovuni tørvar fleiri djóralæknar

Bárður Enni greiðir frá, at tað hevur verið torført at hanga í, tá talan er um eftirlits- og góðkenningararbeiði innan alivinnuna

Bárður Enni er stjóri á Heilsufrøðiligari Starvstovuni (Mynd: Skíggjamynd/kvf.fo)

Bárður Enni er stjóri á Heilsufrøðiligari Starvstovuni (Mynd: Skíggjamynd/kvf.fo)

2019-02-24 17:49 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Vit hava mist embætisdjóralæknar síðani tá. Talan er um norðurlendingar, sum eru farnir úr starvi harav tann eini fór av øðrum orsøkum, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligari Starvsstovuni. 

12. november var innslag í Degi og Viku um, at fólk úr Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vóru farin í starv í vinnuni. Bárður Enni greiddi frá, at trýstið á starvsfólkini var stórt, og at dømi var um fólk, sum vórðu ringd upp í vikuskiftinum, tí alifyritøkur høvdu brúk fyri góðkenningum. 

Portalurin hevur tosað við Bárð Enni, sum greiðir frá, at tey hava sett fólk í tey tvey størvini, sum vórðu lýst leys síðst í fjør og sum vóru átrokandi, tá innslagið í Degi og viku varð gjørt. Men síðani tá eru onnnur fólk farin úr starvi. 

- Av umstøðunum hava starvsfólkini kent sera stórt arbeiðstrýst í sínum dagliga arbeiði. Tað hevur ávirkað arbeiðshuglagið á stovninum, sigur Bárður Enni.

Kann vera stórt trýst á fyri at fáa góðkenningar
Í innslagnum frá Degi og viku varð ein støða nevnd, tá eitt starvsfólk varð ringt upp, tí ein alifyritøka skuldi hava góðkenning ein leygardag, hóast viðkomandi ikki var á vakt. Bárður Enni greiðir frá, at talan var tá um eitt eindømi, men at støður sum hesar koma fyri. 

- Tá talan er um góðkenningar til virki á landi, hava vit ikki teir somu trupulleikarnar sum tá talan er um góðkenningar innan aling. Men tað kann verða ógvuliga knappligt og átrokandi, tá talan er um góðkenningar til alibrúkini, sigur Bárður Enni. Hann greiðir frá, at veður og vindur kann ávirka arbeiði við aliringunum í sambandi við eitt nú avlúsing. Tá kann tørvur verða á eftirlitsfólki frá starvsstovuni fyri at fáa ymiskar góðkenningar sum eitt nú flutningsloyvi. 

- Tað stendur í sáttmálaviðurskiftunum, at boð kunnu verða eftir fólki til vikusskiftisarbeiði, men tað má boðast frá áðrenn vikuskifti, soleiðis at fólk er til arbeiðis tá, sigur Bárður Enni. Hann sigur eisini, at alifyritøkurnar skulu gjalda fyri vikusskiftisvaktir, men at tey ofta kundu sagt frá áðrenn vikusskiftið, um tey eitt nú vita, at veðrið verður gott til serligt arbeiði. 

- Samstundis, sum talan er um fólk við høgum útbúgvingum, sum stórur eftirspurningur er eftir, so hava arbeiðsumstøðurnar hjá okkum eisini verið krevjandi. Embætisdjóralæknarnir hava kent eitt stórt trýst á sær, tí tørvur er á góðkenningum, tá veðrið er gott til tøku og annað. Tað hevur við sær, at arbeiðstíðin hjá embætisdjóralæknunum hevur verið torfør at leggja til rættis, sigur stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. 

Økt játtan bøtir um
Á seinastu fíggjarlóg játtaði Løgtingið 1,3 milliónir meira til heilsufrøðiligu starvsstovuna. Hesar milliónir vórðu normeraðar til fleiri eftirlitsfólk, og tey fólkini eru sum skilst longu sett og byrja í starvinum í vár. Men Bárður sigur, at onnur fólk eru farin úr starvi síðani tá, og tí verður longu søkt eftir nýggjum fólki.

- Vit arbeiða nú við at betra um eftirlitið við alibrúkini. Vit hava verið eftirbátar, tá tað kemur til góðkenningar til alibrúkini sjálv, sigur Bárður Enni. Hann sigur, at økta játtanin bøtir um viðurskiftini, og at støðan vónandi verður nóg góð nú.

Stjórin á Heilusfrøðiligari Starvsstovuni fortelur eisini, at tey hava valt at umskipað matvørðudeildina, soleiðis at hon verður býtt í tvey. Hettar verður eisini gjørt fyri at lætta um trýstið á arbeiðsplássinum.

- Vit hava eisini umskipað matvørudeildina, soleiðis at talan nú er um tvær deildir. Tað verður eisini gjørt fyri at lætta um trýstið, sigur Bárður Enni. Hann greiðir frá, at nú verður søkt eftir deildarleiðarum til tær tvær deildirnar. 

Í sambandi við nýggju veteriner-deildina, verður søkt eftir djórlæka, fiskaheilsukandidati ella fólki við viðkomandi náttúruvísindaligum útbúgvingum. Á matvøru deildini verður søkt eftir bromatologi, matvørukandidati, matvøruverkfrøðingi ella djóralækna og Bárður greiðir frá, at tað ikki einans eru djóralæknar, sum eru skikkaðir til starvið. 

Skal vera talan um norðurlendingar
- Vit søkja í norðurlendskum fakritum eftir djóralæknum, fiskaheilsukandidatum ella fólki við øðrum viðkomandi náttúruvísindaligum útbúgvingum, men tað verður ikki søkt uttanfyri norðurlond. Eitt krav er eisini at fólkini hava útbúgving frá góðkendum norðurlendskum lærdum háskúla og tungumálið hevur sjálvandi eisini týdning, greiðir Bárður Enni frá. 

Starvsstovan hevur longu nú útlendingar í starvi, og tey tvey starvsfólkini, sum júst eru farin frá, eru eisini bæði norðurlendingar. Tá tvey eftirlitsfólk vórðu sett fyri kortum vóru flestu av umsóknunum frá føroyingum, men talan var eisini um umleið tríggjar skikkaðar umsóknir úr norðurlondum.

Tá eftirlitsfólk vórðu sett var ikki talan um djóralæknar, men Bárður Enni sigur, at í hvussu so er ein av deildarleiðarunum, sum verða settir nú, skal verða djóralækni, fiskaheilsukandidatur ella aðra viðkomandi náttúruvísindaliga útbúgving.

Hann sigur eisini, at okkurt av starvsfólkunum, sum var farið í starv í vinnuni, allarhelst er á veg aftur. 

- Hóast at fólk fara og at trýstið er stórt á stovnin, so hava vit ábendingar um at fyrrverandi starvsfólk hava hug at leita innaftur á Heilsufrøðiligu Starvsstovu. Tað fegnast vit um, tí her er sanniliga nógv gott og spennandi at koma aftur til, sigur Bárður Enni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder