Í dag og í morgin hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, vitjan av starvssystrum sínum úr Íslandi og Grønlandi. Hetta er aðru ferð, at árligi fundurin millum heilsumálaráðharrar í útnorðri verður hildin í Føroyum.
Tær tríggjar Martha Abelsen úr Grønlandi, Svandís Svavarsdóttir úr Íslandi og Sirið Stenberg skulu á fundinum millum annað viðgera møguleikan fyri størri samstarvi á heilivágsøkinum. Í hesum sambandi verður vitjað á Apoteksverkinum.
Eisini er spurningurin um at fáa fatur á og útbúgva fleiri heilsustarvsfólk á skrá.
Útnorður toppfundurin, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum, er hin sætti sínum slag. Grønland var vertur fyri fyrsta regluliga fundinum millum heilsumálaráðharrarnar í útnorðri í 2012.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald