2019-02-15 07:59
Markið millum abort og eina deyðføðing er 22 vikur sambært Sundhedslógini, ið varð sett í gildi fyri Føroyar á heysti í fjør.
Tann 1. september í 2018 varð Sundhedsloven sett í gildi í Føroyum. Ein av ásetingunum í lógini (§ 189, stk. 1) ásetur greitt markið millum abort og eina deyðføðing. Markið er 22 vikur, skrivar Heilsu- og innlendismálaráðið. Tað hava annars verið ivamál um markið í Føroyum er 22 ella 28 vikur, og tí metir Heilsu- og innlendismálaráðið at tørvur er á at kunna um hesa staðfesting í lógini.
Sí kunningarskrivið frá Heilsu- og innlendismálaráðnum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald