Heilsutrygd søkir eftir fimm kommunulæknum.
Tvey størv eru leys á Læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík, eitt starv er leyst í Fuglafirði og í Gøtu, og tvey størv á Læknamiðstøðini á Tvøroyri.
Møguleiki er at søkja størvini saman við øðrum kommunulækna og harvið skipa arbeiðið soleiðis, at talan kann verða um niðursetta tíð eftir nærri avtalu, skrivar Heilsutrygd.
Størvini verða sett sambært avtalu millum Heilsumálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya og sambært sáttmála millum Meginfelag Sjúkrakassa Føroya (Fíggjarmálaráðið/Heilsutrygd) og Kommunulæknafelag Føroya.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 4. januar 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald