Innanlands

Heimamissiónin: Munandi betri úrslit í 2024

Í 2024 endaði roknskapurin við einum avlopi á 79.155 krónur samanborið við eitt undirskot á góðar 320.000 krónur í 2023

17. mai var ársmøti hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Leguhúsinum í Nesvík (Savnsmynd)

17. mai var ársmøti hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Leguhúsinum í Nesvík (Savnsmynd)

2025-06-02 20:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á ársmøtinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini 17. mai varð ársroknskapurin fyri 2024 lagdur fram, og hann vísti eitt betri úrslit enn árið fyri, skrivar Trúboðin.

Í 2024 endaði roknskapurin við einum avlopi á 79.155 krónur samanborið við eitt undirskot á góðar 320.000 krónur í 2023.

Stóra undirskotið í 2023 komst serliga av avskrivingum til Háskúlan í Nesvík, sum tó ikki fekk nóg góða undirtøku til at koma í gongd. 

Inntøkurnar í 2024 vóru 7,3 milliónir krónur, sum er ein vøkstur á 10 prosent samanborið við 6,6 milliónir í 2023. Orsøkin til hetta er ein vøkstur í gávum frá einstaklingum, gávum frá missións- og meinigheitshúsum, innsavningum og gávum frá jarðarferðum.

Samanlagt komu 3,8 milliónir krónur inn í gávum, og innsavningum til rakstur av missiónsarbeiðinum. Harumframt komu 1,3 milliónir krónur í oyramerktum gávum til útbyggingina av leguhúsinum.

Útreiðslurnar vuksu úr 6,7 milliónir krónur í 7,1 millión – ein vøkstur á sjey prosent, sum fyri tað mesta kemur av hægri lønarútreiðslum, skrivar Trúboðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder