
Í gjár løgdu 246 hval beinini í Leynum. Sýslumaðurin hevur avgjørt at býta part av grindini í heimapartar í Norðstreymoy.
Fyrireikingarnar til sundalagsstevnuna, sum verður í Hvalvík, eru í hæddini. Avgerð er tikin um, at heimapartarnir verða skornir upp á kai økinum í Hósvík.
Borgarar í Hósvík, Hvalvík, Streymnesi, Saksun, Langasandi, Haldórsvík og Tjørnuvík eru vælkomin at skriva seg upp til heimapartar, við at senda teldupost til [email protected] ella ringja til á tlf. 297220. Freistin at skriva seg upp er kl. 14:30 í dag. Upplýsast skal:
Navn
Bygd
Fólk í húski
Telefonnummar
Heimapartarnir kunnu heintast á kai økinum í Hósvík seinni í dag. Nærri kunning um nær klokkan kemur seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald