Innanlands

Heimapartar til Vága- og Sørvágs kommunu

Tilsamans 800 skinn verða býtt í drápspartar og heimapartar. Drápsparturin er hálvt skinn

105 hvalir vóru dripnir í Sandavági í morgun (Mynd: Jn.fo)

105 hvalir vóru dripnir í Sandavági í morgun (Mynd: Jn.fo)

2019-04-29 16:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teir 105 hvalirnir sum løgdu beinini í Sandavági nakað fyri klokkan 9 í morgun verða býttir í drápspartar og heimapartar.

Heimapartarnir eru í Vága- og Sørvágs kommunu.

Talan er um tilsamans góð 800 skinn, og drápspartarnir eru eitt hálvt skinn og heimapartarnir 0,16 skinn, upplýsir Finnbogi Midjord, sýslumaður, fyri jn.fo.

Seðlarnir koma út klokkan 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder