Mentan

Heimsbókmentir í Havn

Frá mikudegnum 26. februar 2025 til leygardagin 1. mars verður nýggjur føroyskur bókmentafestivalur við bókmentaligum heimsnøvnum í Havn

2025-02-20 19:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bókmentir og dypping, arkitekturur og bókmentir í dag, bókasniðgáva í Føroyum, norðurlensk yrking í dag, at fiska hákellingar í Norðurnoregi, at vinna á PTSD og alkoholismu, trøll innan nýggjar bókmentir – evnini eru nógv til nýggja føroyska bókmentafestivalin.

Festivalurin hevur til endamáls at varpa ljós á føroyskar bókmentir og mentan, styrkja norðurlendskt og altjóða samstarv og eggja til nýggjar hugsanir um okkara felags framtíð.

Her eru m.a. kjak og samrøður, framsýning, upplestur og filmsýningar, har vit t.d. fara at kanna, hvussu bókmentir taka støðu til átrokandi spurningar sum menniskjans samband við náttúruna og møguleikan fyri nýggjum frásøgnum - kunnu t.d. eldri bókmentasløg so sum sagnir og ævintýr hava týdning í dag?

Við eru útlendsk nøvn sum heimskenda Amy Liptrot úr Skotlandi, Naja Maria Aidt úr Danmark, Morten A. Strøksnes úr Noregi, Rasmus Daugbjerg úr Danmark, Anna Maria Bogadóttir úr Íslandi, Haukur Ingvarsson úr Íslandi, Anna Fohlin Mattsson úr Svøríki og Johan Jönson úr Svøríki.

Úr Føroyum koma Marjun Syderbø Kjelnæs, Jóanes Nielsen, Trygvi Danielsen, Beinir Bergsson, Nansý Sunadóttir, Vónbjørt Vang, Oddfríður M. Rasmussen, Kim Simonsen, Lív Maria Róadóttir Jæger og Guðrið Poulsen.

Støð eru m.o.: Reinsaríið, Býarbókasavnið, Landsbókasavnið, Gamli Bókhandil, Listasavn Føroya, Havnar bio, Bátafelagið í Runavík og Saunadypp.

Fyriskiparar eru m.o.: Tórsgøta, Býarbókasavnið, Landsbókasavnið, Listasavn Føroya, Rithøvundafelag Føroya, Vencil, Runavíkar kommuna, Gamli Bókahandil, Sprotin, Ungu Føroyar og Aðalkonsulát Íslands.
Høvuðsstuðlar eru Tórshavnar býráð, Almanna- og Mentamálaráðið, Mentanargrunnur Landins og Kulturkontakt Nord.

Skráin er at finna her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder