Mentan

Heimsins besta og næstbesta matstova í Keypmannahavn

World’s 50 Best Restaurants-listin er júst kunngjørdur

2021-10-05 17:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðurlendskar matstovur eru høgd í metum hjá altjóða dómarum av góðum mati.

Norðurlond hav ikki færri enn tríggjar matstovur innan fyri topp 10 og tvær teirra eru bestar í heiminum.

Tá talan er um hetta at heiðra matstovur, so er stjørnuskipanin hjá Michelin kanska tann mest kenda. Men ein onnur meting, sum eisini er høgt í metum er tann, sum eitur World’s 50 Best Restaurants – ein bretskur listi, ið hevur verið kunngjørdur 2002.

Tað eru nú nakrar vikur síðani listin frá 50 upp til 100 varð kunngjørdur. Onkur hevði tá vónað, at Koks kanska fór at vera ímillum, men var ikki. Tað vóru enntá fólk, sum sóu fram til, at Koks kanska fór at vera við millum fimmti tær bestu, tá listin varð kunngjørdur seinnapartin í dag.

Kendi danski matummælarin Bent Christensen var so optimistiskur, at hann skrivaði soleiðis á Facebook í morgun: “World 50 Best listen idag: Noma, Geranium, Jordnær og Koks er kvalificerede bud på placering blandt de bedste, endda 1 plads favorit”.

Hann fekk rætt viðvíkjandi Noma og Geranium – tær eru nummar 1 og 2 í heiminum.

Men hann fekk ikki rætt viðvíkjandi Jordnær og Koks – tær eru ikki við á listanum.

Geranium fór frá at vera nummar 5 seinast til nú at vera næstbest. Noma var nummar 2 seinast og er nú best í heiminum.

Noma varð fyrstu ferð kosin best í 2010, og varð vald aftur í 2011, 2012 og 2014. Eftir flyting og umbygging hevur Noma arbeitt fyri at koma upp á sama støði hjá smakksdómarunum aftur – seinast, tað var í 2019, kom Noma á annað pláss og nú á fyrsta.

Tann triðja norðurlendska matstovan í topp 10 er eisini ein trý-stjørnað Michelin matstova, nevniliga Frantzén í Stockholmi. Hon lá á 21. plássi seinast og er nú nummar 6.

Maemo í Oslo er nummar 47, Alchemist í Keypmannahavn nr. 48 og Amass í Keypmannahavn nr. 89.

Listin yvir bestu matstovurnar í heiminum sæst her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder