![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Stórt tiltak verður í Salt á Tvøroyri fríggjakvøldið.
Víkingaskipið í Hovið skipar fyri tiltakinum sum fevnir um fyrilestur við kendum víkingi umframt konsertir við kendum nøvnum á plakatuni aftaná.
Tað verður heimsstjørnan, Ivar The Boneless, Alex Høgh Andersen, úr sjónvarpsrøðini Vikings, sum fer at hava ein fyrilestur, og saman við honum á palli er Uni Holm Johannesen.
Konsertir eru eisini á skránni aftaná. Danski sangarin Gulddreng, sum er grivin upp aftur, og hittar uppá tað heitasta í Danmark í løtuni, fer á pall.
Eisini spæla Janus Wiberg Mortensen og Danny Baldursson nøkur av sínum nýggjastu løgum, umframt at Jens Marni Hansen spælir sínar slagarar, sum hava rungað í 20 ár.
- Hetta verður stórt, siga fyrireikararnir um kvøldið í Salt.
Smyril siglir suður klokkan 18.30 fríggjadagin og tiltakið byrjar klokkan 21.30.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald