Hósdagin varð eitt listaverk hjá bretska gøtulistamanninum og provokatørinum Banksy selt á uppboðssølu fyri 18,58 milliónir pund, ið svarar til uml. 163 milliónir í okkara krónum.
Listaverkið, sum í dag eitur "Love is in the Bin" var selt á auktiónshúsinum Sothebys í London, skrivar Ritzau.
Upprunaliga heitið á listaverkinum var "Girl With Balloon", tá tað varð selt fyri 1,047 milliónir pund ella 8,9 milliónir krónur í oktober 2018 á sama auktiónshúsi. Sølan vakti nógvan ans, tá listaverkið oyðilegði seg sjálvt.
Banksy hevði nevniliga bygt ein makulatur í rammuna á listaverkinum, sum oyðilegði málningin í tí at hann var seldur.
Les eisini: Listaverk selt fyri 8,9 mió. kr. – oyðilegði seg sjálvt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald