Uttanlands

Løgmaður: Mugu ongantíð góðtaka harðskap í einum fólkaræði

Heimsleiðarar eru skelkaðir og fordøma álopið á Donald Trump í nátt

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-07-14 11:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Eg eri skelkaður.

Soleiðis sigur Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari um drápsroyndina á fyrrverandi amerikanska forsetan Donald Trump í nátt.

Í dagføring á sosiala miðlinum X sigur Stoltenberg m.a., at hann fordømir álopið á Trump.

– Politiskur harðskapur hoyrir ikki heima í okkara fólkaræði. Nato-sameind standa saman fyri at verja okkara frælsi og virðir.

Fleiri heimsleiðarar hava fordømt álopið á Trump.

Franski forsetin, Emmanuel Macron sigur, at álopið er "ein sorgarleikur fyri okkara fólkaræði", og kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau sigur, at hann gjørdist "sjúkur" av at hoyra um hendingina.

– Politiskur harðskapur hoyrir ikki heima í okkara samfelag, og mínir tankar fara til offrini í hesum álopinum, sigur bretski forsætisráðharrin Keir Starmer.

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen skrivar soleiðis á sosiala miðilin X.

– Skelkað yvir at hoyra tíðindini um skottilburðin á valfundinum í Pennsylvania. Slíkur politiskur harðskapur kann als ikki góðtakast og hevur einki pláss í okkara samfelag. Mínir tankar eru við Donald Trump og hansara kæru og við familjunum hjá teimum dripnu og særdu.

Aksel V. Johannesen, løgmaður fordømir eisini álopið á Trump í fráboðan á X.

– Vit mugu ongantíð góðtaka harðskap í einum fólkaræði.

[object Object]


Les eisini: Brotsmaðurin eyðmerktur

Dagførd kl. 12.44

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder