Innanlands

Heimsmálini á breddan í Sunda kommunu

Kommunan setir Heimsmálini á skrá hjá nevndunum í kommununi

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2019-01-31 12:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sunda kommuna setir nú Heimsmálini hjá ST á breddan. Mánakvøldið fekk býráðið kunning um evnið.

Rúni Rasmussen, frá Løgmansskrivstovuni, var mánakvøldið og hevði framløgu fyri býráðslimunum um Heimsmálini og hvussu ein kommuna kann arbeiða við hesum.

Ætlanin er nú, at seta Heimsmálini á skrá hjá nevndunum sum so síðani koma við einum tilmæli til býráðið um hvat skilabest er at gera, skrivar Sunda kommuna. Kommunan er longu væl við á summum økjum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder