![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í gjár kom nýggja staklagið " Earth" hjá amerikanska rapparanum og skemtarinum Lil Dicky út.
Lagið liggur nú á ymsum stroymingartænastum og sum sjónbandalag á YouTube.
Lagið varð givið út í sambandi við Earth Day, sum verður 22. apríl.
Lil Dicky hevur fingið hjálp frá nógvum kendum heimsstjørnum. Umframt Lil Dicky, ber til at hoyra røddirnar hjá m.ø. Ed Sheeran, Ariana Grande, Justin Bieber, Miley Cyrus, Katy Perry, Snoop Dog, Sia, Backstreet Boys, og Psy.
Á sjónbandalagnum, sum er meira enn sjey minuttir til longdar, ber m.a. til at síggja eina rúgvu av heimsstjørnunum sum djór og plantur, m.a. ber til at síggja Justin Bieber sum eina apu, Ariana Grande sum eina sebra, Miley Cyrus sum ein fíl og Snoop Dog sum eina kannabisplantu.
Eisini sæst Leonardo DiCaprio á Titanic. Átakið er nevniliga m.a. stuðlað av felagskapinum hjá honum, Leonardo DiCaprio Foundation.
(Skíggjamynd/YouTube)
Sambært heimasíðuni welovetheearth.org, verður allur peningurin frá søluni av staklagnum latin ymsum umhvørvisfelagsskapum.
Endamálið við lagnum er at varpa ljós á veðurlagsbroytingar og at eggja fólk til at gera meira fyri umhvørvið.
Higartil hava fólk hugt eftir sjónbandalagnum fleiri enn 13,6 mió. ferðir á YouTube.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald