- Vit hava bjóðað øllum teimum flokkum, sum hava umboð á Løgtingi í dag. Vit hava eitt nú heldur ikki bjóðað uttanflokkatingfólki, greiðir Heini Gaard frá umvegis telefonina.
Málið snýr seg um, at Framtakið fyri rættinum at velja Kannabis, ikki er bjóðað við í formansumfarið, sum verður í Klaksvík í kvøld. Í morgun sendi Arnfinn á Birtuni, sum er ein av oddamonnunum handan Framtakinum skriv út til fjølmiðlarnar, har hann fanst at, at Framtakið ikki var boðið við.
Men Heini Gaard sigur, at Kringvarpið sum so ikki hevur valt Framtakið frá. Hann sigur, at tað einans eru tey, sum longu eru fólkavald, sum eru boðin við í hettar kjakið.
- Vit hava ikki valt Framtakið fyri Rættinum at Velja Kannabis frá. Flokkarnir, ið hava umboð á tingi í dag, hava eisini fingið innbjóðan til hettar kjakið, áðrenn Framtakið varð ein flokkur, sigur tíðindaleiðarin í KVF.
Tíðindaleiðarin í KVF sigur eisini, at Framtakið verður boðið við í kjak, tá valið er útskrivað.
- Tá valið er útskrivað og valstríðið veruliga byrjar, eru Framtakið og øll onnur, sum bjóðað seg fram, sjálvandi vælkomin at luttaka í formanskjaki í Kringvarpinum, sigur Heini Gaard at enda.
Kjakið verður klokkan 19.00 í kvøld á Skúlatrøð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald