
Verkafólk, sum umboðar arbeiðarafeløgini og Fiskimannafelagið, heitir á samgonguna um at taka uppskotið um at hækka pensjónsaldurin aftur.
– Verkafólk átalar harðliga, at tað ikki verður lurtað eftir, at fakfeløg omaná fakfeløg mæla frá at hækka pensjónsaldurin á henda hátt.
– Tað er sum um, at bæði Tjóðveldi og Javnarflokkurin hava mist sambandið við livda lívið hjá fólki, og eru blind fyri, at tey leggja stein oman á byrðu hjá øllum teimum, sum hvønn dag gera sína skyldu á arbeiðsmarknaðinum, siga Verkafólk í skrivi, sum kann lesast her.
Uppskotið um at hækka pensjónsaldurin skal til triðju viðgerð í dag. Tað varð samtykt við aðru viðgerð 30. apríl. Samgonguflokkarnir atkvøddu fyri, og andstøðuflokkarnir atkvøddu ímóti.
– Uppskotið um hækkaðan pensjónsaldur tryggjar ikki tey, sum alt teirra arbeiðslív hava havt eitt hart og slítandi arbeiði. Ongin í politisku skipanini umboðar hesi túsundtals fólk, sum hvønn dag leggja nógv fyri, so vit hava samfelagið koyrandi.
– Okkara greiða áheitan á løgtingið og samgonguna er, takið uppskotið aftur. Pensjónsaldur er ikki nakað ein samgonga ella politisk skipan skal spæla sær við í politiskum rossahandlum. Hetta mál er alt ov álvarsamt til at handfara á henda hátt, og rakar hvørt húski í samfelagnum.
Fýra mál skulu til triðju viðgerð í tinginum í dag.
Umframt uppskotið um at hækka pensjónsaldurin, er talan um uppskotið um tíðartreytaða pensjón, uppskot um broyting í lógini um íleggingargrunn fyri Føroyar, og uppskotið um suðuroyartunnilin.
Tingfundurin byrjar klokkan 9.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald