Innanlands

Heitasti septemberdagur nakrantíð í Svøríki

Í Danmark var gjárdagurin heitasti septerdagur í 77 ár

Íbúgvar í Malmö svalaðu sær av í Oyrasundi í gjár (Mynd: EPA)

Íbúgvar í Malmö svalaðu sær av í Oyrasundi í gjár (Mynd: EPA)

2024-09-05 10:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár vórðu máld 31,1 hitastig í suðursvenska býnum Helsingborg. Tað er mesti hitin, sum nakrantíð er máldur í september mánaði í Svøríki, skrivar SVT.

Tilsamans 15 mátistøðir í Svøríki máldu methøgan hita í gjár, upplýsir ein veðurfrøðingur hjá svensku veðurstøðini fyri TT tíðindastovuni.

Gamla metið fyri heitasta septemberdag var á 29,1 stig, og var mált í býnum Stenhag 1. september 1975.

Eisini í Danmark var heitt í gjár. Á Bornholm máldu tey 30,2 hitastig á mátistøðini við floghavnina á oynni, og tað var heitasti septemberdagur í Danmark síðan 1949, skrivar DR.

Aftur í dag er nógvur hiti í økinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder