Innanlands

Heitir nú á heilsumálaráðharran um at seta kanningarstovu upp í Eysturoynni

Í opnum brævi til Kaj Leo Holm Johannesen gevur Tórbjørn Jacobsen rós fyri at koronakanningarnar eru uppstigaðar, men eftirlýsir ein betri møguleika fyri ein lítlan fjórðing av landsins íbúgvum

- Óttin í fólkinum er stórur. Eisini í Eysturoy. Hvussu stórur trupulleikin er í oynni, ella í støðum í oynni, vita vit sum leikfólk ikki, men er bara ein partur av tosinum millum fólk eftirfarandi, so er støðan nógv verri nú, enn táið farsóttin kom á okkum í vár.

- Óttin í fólkinum er stórur. Eisini í Eysturoy. Hvussu stórur trupulleikin er í oynni, ella í støðum í oynni, vita vit sum leikfólk ikki, men er bara ein partur av tosinum millum fólk eftirfarandi, so er støðan nógv verri nú, enn táið farsóttin kom á okkum í vár.

2020-08-08 16:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Óttin í fólkinum er stórur. Eisini í Eysturoy. Hvussu stórur trupulleikin er í oynni, ella í støðum í oynni, vita vit sum leikfólk ikki, men er bara ein partur av tosinum millum fólk eftirfarandi, so er støðan nógv verri nú, enn táið farsóttin kom á okkum í vár. Eisini vita vit, at sóttin, í mun til í vár, er komin inn um gáttir, í støðum, har hon kann fáa ringar fylgjur.

Hetta skrivar Tórbjørn Jacobsen millum annað í opna brævinum, ið er sent til heilsumálaráðharran. Í brævinum ger borgarstjórin í Runavíkar kommunu greitt, at hann heldur, at myndugleikararnir hava gjørt tað rætta við at uppstiga kanningarnar í stóra mun, men vísur á trupulleikan við, at tað bert er møguligt at kannast í Klaksvík, Tórshavn og í Suðuroy. 

- Ein lítil fjórðingur av landsins íbúgvum búgva innanvert landafrøðiligu mørk oyggjarinnar, nógv av teimum fara hvørki til Klaksvíkar ella til Tórshavnar, at standa í raði ein heilan arbeiðsdag, fyri at taka slím úr svølgrúminum, harvið eru áneyðirnar stórar fyri at okkurt hendir hesum viðvíkjandi sum skjótast.

Harvið heitir borgarstjórin í størstu kommununi í Eysturoynni á Kaj Leo Holm Johannesen, um at seta eina bráðfeingis fyribils kanningarstovu í Eysturoy upp til endamálið. "Táið hann tekur avgerðina um, at Eysturoyggin eisini er ein partur av Føroyum, táið tað snýr seg um heilsuviðurskifti", skal landstrýrismálaráðharrin ikki stúra um hølisviðurskifti vissar Tórbjørn Jacobsen um, tí tað fær hann skjótt hjálp frá kommununi frá, um áheitanin kemur.

Sum borgarstjórin í Runavík vísir á í brævinum, so er óvist hvussu hart korona hevur rakt Eysturoynna hesuferð. Tað er tó greitt, at ein stovnur undir almannaverkinum í Runavík er raktur av smittuni, og meðan arbeitt verður av øllum alvi fyri at optimera kanningartilgongdina í Tórshavn á Tvøroyri og í Klaksvík, so er framvegis neyðugt hjá eysturoyingum at fara av oynni fyri at kanna seg fyri koronu.


Les alt brævið niðanfyri: 

Eysturoy - gráa leingjan
- opið bræv til heilsumálaráðharran 

Sum væntað kom onnur ríðin av farsóttini COVID-19 á okkum. Tá givið verður út av tjóðrinum, leingist boðið - rásarúmið víðkast - og vandin fyri óhepnum avleiðingum kann gerast størri. Tað var ikki annað enn tað sum hendi.

Hinvegin fær gjørd gerð onga vend. Tað vendist ikki aftur. Heldur eiga vit nú at brúka alla tøka orku til at temja farsóttina av nýggjum, fyri framlítandi at gera gerandisdagin hjá føroyingum so lagaligan aftur sum gjørligt, hagartil koppingarevni er uppfunnið andvegis trupulleikanum sjálvum.

Myndugleikarnir hava, síðan annað óløgið herjaði á okkum, gjørt tað skilagóða, at uppstiga kanningarnar í stóra mun. Fyri tað nógva eru tað privatar rannsóknarstovur og sjúkrahúsini í Klaksvík, Tórshavn og í Suðuroy sum nú standa fyri at skava og greina slím úr svølgrúmunum á føroyingum.

Fari við hesum fáu orðum at heita á heilsumálaráðharra okkara, Kaj Leo Holm Johannesen, um at fáa sett upp eina interimistiska kanningarstovu í Eysturoy til endamálið, skjótast gjørligt, soleiðis, at frekvensurin av kanningum kemur upp á sama støði her í økinum sum í øðrum størri miðsavningum í landinum, annars kann úrslitið gerast, at Eysturoyggin liggur sum ein grá leingja í COVID-19 høpinum, har staðfestingar og íspunnar gitingar trívast hvørt um annað – og ongin kennir veruleikan. Til stóran ampa fyri okkum øll.

Ein lítil fjórðingur av landsins íbúgvum búgva innanvert landafrøðiligu mørk oyggjarinnar, nógv av teimum fara hvørki til Klaksvíkar ella til Tórshavnar, at standa í raði ein heilan arbeiðsdag, fyri at taka slím úr svølgrúminum, harvið eru áneyðirnar stórar fyri at okkurt hendir hesum viðvíkjandi sum skjótast.

Hølisviðurskifti skal landsstýrismaðurin ikki hugsa um, tað vænti eg at onkur av kommununum fer at hjálpa honum við í einari snarheit, táið hann tekur avgerðina um, at Eysturoyggin eisini er ein partur av Føroyum, táið tað snýr seg um heilsuviðurskifti.

Meðan bíða verður eftir boðum.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder