
Fyrireikingarnar til ólavsøkuna 2023 eru farnar í gongd. Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at eins og í fjør verður ikki skipað fyri tivoli á Skálatrøð
- Ístaðin fáa ítróttafeløg, skótalið og aðrir felagsskapir pláss kring miðbýin til básar, tjøld og undirhald. Hetta ber á sama hátt í sær, at avmarkað verður við kommunalum plássi til aðrar básar. Tó er møguleikin at nýta privat øki sjálvandi til staðar.
Samstundis verður kunnað um, at tey sum vilja skipa fyri tiltaki á ólavsøku ella hava tiltak við í ólavsøkuskránna, skal søkjast um ólavsøkuloyvi áðrenn 5. juni 2023. Tilfar til ólavsøkuskránna skal vera Tórshavnar kommunu í hendi áðrenn 30. juni 2023.
Til ber at gera hetta á torshavn.fo og á Vanganum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald