Mentan

Helena Dam sýnir fram í Williamsstovu

Ferniseringin verður 18. juni, og framsýningin við akademiskum kol/ krit-tekningum, olju og akrylmálningum verður opin til 22. juni

2021-06-14 19:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tíðarskeiðnum 18. – 22. juni verður listaframsýning við akademiskum kol/ krit-tekningum, olju og akrylmálningum hjá Helenu Dam í Williamsstovu.

Fernisering verður fríggjadagin 18. juni frá klokkan 16-18, og í hesum sambandi fer Ólavur Jakobsen at spæla klassiskan gittar.

Helena Dam er 56 ár og er í løtuni undir listaútbúgving í Svøríki. Listakvinnan lesur á "SARA", The Swedish Academy of Realist Art, har hon verður útlærd á sumri 2022.

Framsýningin hevur opið soleiðis:

Fríggjadagin: 16-18

Leygardagin: 10-18

Sunnudagin: 14-18

Mánadagin: 10-18

Týsdagin: 10-18

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder