2019-02-06 11:18
Bjørn Kalsø er aftur farin í farloyvi frá tingarbeiðinum. Tá løgtingsfundurin varð settur í dag last tingformaðurin upp eitt skriv frá Birni Kalsø, sum biður um at sleppa í farloyvi og lata næsta mann á sambandslistanum taka hansara sæti.
Farloyvið er óavmarkað við tað, at Bjørn Kalsø sjálvur boðar frá, nær hann ætlar at taka sætið á tingi aftur.
Helgi Abrahamsen, er fyrsti eykamaður á Sambandslistanum, og tók sæti á tingi í dag uttan atkvøðugreiðslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald