Innanlands

Helgi Abrahamsen er nýggjur formaður í Fíggjarnevndini

Strandingurin í Sambandsflokkinum fær tyngsta nevndarsessin í Løgtinginum hetta tingskeiðið. Ben Arabo verður formaður í vinnunevndini, meðan Fólkaflokkurin fær tríggjar forfólkasessir

Helgi Abrahamsen heldur eisini fram sum tingbólkaformaður hjá Sambandsflokkinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Helgi Abrahamsen heldur eisini fram sum tingbólkaformaður hjá Sambandsflokkinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-20 15:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tingfundurin verðrur tikin upp aftur klokkan 15.30, og nú er greitt, hvussu nevndirnar eru býttar.

Portalurin hevur fingið váttað, at hetta býti verður í mun til forfólk - samgongan fær øll: 

Fólkaflokkurin: 
Uttanlandsnevndin, Trivnaðarnevndin, Rættarnevndin 

Sambandsflokkurin: 
Fíggjarnevndin og Landsstýrismálanevndin

Javnaðarflokkurin:
Vinnunevndin og Mentanarnevndin

Nøvn verða alment sett á um eina løtu, men vit kunnu nú avdúka, at Helgi Abrahamsen fær tyngsta og á pappírinum mest týdningarmikla forfólkasessin í Løgtingsnevndunum: Tann í Fíggjarnevndini.

Helgi Abrahamsen heldur eisini fram sum tingbólkaformaður.

Javnaðarflokkurin hevur havt sítt uppá pláss eina góða løtu: Ben Arabo, sum kom brakandi inn í politikk, fær ovasta sessin í Vinnunevndini, meðan fyrrverandi landsstýriskvinnan, Súsanna Bertholdsen verður forkvinnan í Mentanarnevndini.

Eyðgunn Samuelsen verður tingbólkaforkvinna hjá Javnaðarflokkinum

Vit kunnu ikki seta navn á, hvussu forfólkasessirnir í Fólkaflokkinum eru býttir. Tó sær tað út til, at í øllum førum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fær ein forfólkasess ella annan høgan nevndar, og at Jørgen Niclasen verður tingbólkaformaður. Hetta er tó ikki staðfest enn.

Meira úr tinginum seinni 

Dagført 15.35: Tingfundurin er aftur niðurlagdur í eitt korter - tað mangla tey seinastu nøvnini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder