2019-01-03 20:33
Roykalarmurin í Hoyvíkar kirkju fór fyrr í kvøld í gongd, og løgregla og sløkkilið vóru tí boðsend.
Skjótt bleiv tó staðfest, at talan var ikki um eld, men um royk í økinum.
- Helst er tað at dreingir hava brostið fýrverk í grannalagnum, og tað var nokk til at alarmskipanin í kirkjuni, sum er følsom, segði frá, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í kvøld.
Vakthavandi staðfestir, at alarmarnir í kirkjuni rigga.
Sløkkiliðið hevði venjing í kvøld, og koyrdi beinleiðis til Hoyvíkar kirkju, so tað gekk eitt sindur skjótari fyri seg enn vanligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald