112 atkvøðugreiðslur skulu avgreiðast í tinginum í kvøld. Jú, tú las rætt. 112 ferðir skulu tingfólk trýsta á atkvøðuknøttarnar í løgtinginum í kvøld.
Hetta tí, at áheitan er komin frá andstøðutinglimum at atkvøða fíggjarlógina grein fyri grein.
Tað fer at taka upp ímóti tveimum tímum at avgreiða og enn er orðaskiftið ikki liðugt.
Páll á Reynatúgvu, tingformaður, segði í Degi & viku fyri løtu síðani, at tey vónandi klára at verða liðug á midnátt.
Eftir ætlan verður triðja og seinasta viðgerð av fíggjarlógini hósdagin.
Les eisini: Atkvøðugreiðslan fer at taka upp móti tveimum tímum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald