Talan verður helst um eina skuldseting um ikki at hava hildið neyðuga frástøðu.
Orsøkin til, at Eysturoyartunnilin varð stongdur eina løtu í ringastu meldurtíð seinnapartin í gjár var, at ein bilur rendi upp í afturpartin á bilinum frammanfyri, tá hesin seinni slakaði ferðina nakrar fáar metrar frá rundkoyringini á veg inneftir.
Ein persónur varð fluttur á Landssjúkrahúsið við pínu, men løgreglan hevur í morgun ikki vitan um, hvussu álvarsligur skaðin var.
Eftirspælið frá ferðsluóhappinum verður, at bilførarin í aftara bilinum fær eitt klipp í koyrikortið fyri ikki at hava víst neyðugt ansni og havt neyðuga frástøðu til bilin frammanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald