2023-06-02 08:57
Eitt lítið ferðsluóhapp var í Havnini í gjárkvøldið, tá ein bilur koyrdi inn í síðuna á einum. Talan var um ein bilførara, sum ikki helt víkiskylduna.
Tíbetur var eingin mansskaði, og materielli skaðin var heldur ikki stórur. Bilarnir kundu koyra frá staðnum sjálvir, sigur løgreglan í morgun.
Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni. Ein bilførari var í gjárkvøldið tikin fyri at koyra við kenning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald